Upphav Mykines

Føroyar eru partar av norðuratlantiska basaltháslættanum við trimum høvuðsfløum: niðasta er elst, millumfláin yngri og ovasta, sum er yngst. Niðastu basaltfláirnar komu av veldigum goskluftum, har grótbræðingin spríkti upp úr. Í Hólmsgjógv sæst upp til 50 m. høg flá, ein hin størsta í Føroyum.
Millum gosini hava verið langir steðgir, og tá tærdist og molnaði fasti kletturin og gjørdist jørðildi. Gróður festi smátt um smátt og tók seg sum frá leið fram til rættuligan skógarvøkstur. Kolalindir siga frá hesum, tí hon er gjørd úr fornum gróðri. Plantumynstur eru funnin. Í Mykinesi síggjast kolalindir daga undan og við Válgarbrúgv undir Ketilsheyggi, 370 m. yvir havinum, hava teir høgt kol.
Mykines er gott dømi um, hvussu vit hugsa, at runi (lava) hevur runnið, breitt seg og síðani storknað. Tað sæst á Kumlum, í Hellisgjógv, undir Manni vestan fyri Kumlar og á beru suðursíðini úti í Hólmi.
Omaná kolalindini sæst reyðliga royðugrótið, sum er samantrýst gosøska. Tað sæst í Lendingargjónni og aðra staðni í teimum suðurvendu, steyrrættu bergum. Ùti í Hólmi og aðrastaðni við finst bleytari tilfar frá gosunum (gosbøklar, gosilska ella goseyrur).
Runi (lava) storknar hornrætt móti kølingini og fær mangt eitt stabbaskap. Í Steinskógini í Korkadali síggjast heldur óregluligir stabbar, fýra- ella fimmhyrntir, upp til 30 m. høgir. Tess tjúkkari runalagið gerst, tess spakuligari kølnar tað, og stabbarnir verða høgir. Tess skjótari runi (lava) kølnar, tess minni vera stabbarnir, sum tí lættari ávirkast av veðri, vindi, frosti og aldu.
Hólmsgjógv skilir Hólmin og oynna og er partur av eini gong. Ein gong er ein riva, sum gongur uppeftir gjøgnum fleiri fláir; runi (lava) verður kroyst uppeftir í gongini - ella rennur niður í tær. Her eru stabbarnir vatnrættir, smáir og yngstir. Runi (lava) loysist lættari, so veggirnir standa eftir sum gjáir ella sund. Aðra staðni síggjast helli ellar djúpar smogur.
Fyrsta gjógvin vestan fyri Hólsmgjógv er ein gong, sum máast. Hon er javnfjar við Hólmsgjógv, og so nógv er máað, at hol er á norðursíðuni. Sjógvurin rennur sama veg út úr gjónni sum í Hólmsgjógv. Tá fjøra er, kann í báti hómast ljós gjøgnum Hólmin. Gongin røkkur upp til teir tunnu, vatnrættu stabbar , sum bera grasklædda goseyrin.
Hugsast kann, at um nakrar øldir ella ártúsund eru tvær Hólmsgáir!

Jarðfrøðislig áhugamál.

Mykineshólmur.

Í Hólmsgjógv síggjast tjúkkastu fláir í Føroyum. Allur Hólmurin hevur hall móti landsynningi; vestast er hallið 18 stig, tað brattasta í Føroyum! men minkar móti eystri, og í Hólmsgjónni er hallið 13 stig; eystast í oynni 8 stig.
Tjúkkur goseyrur við síðum grasi liggar ovast á Hólminum. Tað kann vera, at hetta eru leivdir av høgum fjalli norðanfyri Hólmin; men havið hevur máað tað burtur.
Vestanfyri Hólmsgjógv sæst í bøkkum goseyrur, leir og smøl kolalind. Hugsast kann tí, at her hevur verið vatn/á í so kvirrum støði, at tilfar er sokkið til botns.
Mitt á Hólminum síggjast við sjóvarmálan vakrar veiftralík basaltøki og lítil hylur. Niðri við kranan, sum stendur á sementstoyping, síggast stór stabbalík basaltøki.
Vestast standa drangarnir báðir fáar metrar úr landi, Flatidrangur syðri og eystari, Píkarsdrangur vestari og norðari. Teir eru breiðir í neðra og standa á høgari basaltfløu. Á báðum hava súlur reiður. Vestanfyri drangarnar liggur Steinurin. Millum hann og Hólmin rekur vestfallið í 10 tímar, og steymurin er sera harður.

Fjørudalsnev.

Fjørudalsnev stingur seg út millum Viðarhellið og Lendingargjónna. Har standa neystini og motorhúsið til bátadráttin.
Hann gongur oman til bátahylin, sum er vardur av brimgarði. Her sæst gras og goseyrur; eisini eru toftir av fleiri neystum, sum er dottin á sjógv seinastu 50 árini. Móti útsynningi er flá av reyðligum goseyri og leiri, og í hesum finnast 20 m. yvir havinum brúnt leir við trimum fáum cm. tjúkkum fláum av leirjarnsteini. Omaná liggja fleiri fláir av leiri, sandi, goseyri og royðugróti. 20½ m. uppi sæst tunn kolalind, og har eru funnar merki eftir plantu, metaseqoia occidentalis.

Korkadalur.

Korkadalur er á norðursíðini, ein ovari og ein niðari partur. Í ovara parti randar Steinskógin og skilir frá slættlendinum sunnanfyri. Í 460 m. hædd standa teir upp til 30 m. høgu basaltstabbar.

Kálvadalur.

Beint sunnafyri Biðisgjógv sæst 10 m. høg flá av leiri og koli. Niðast er leirið brúnt og oman á tí svart leir, og í tí eru fleiri kolalindir, 5 cm. tjúkkar. Henda fláin fer í havið norðan fyri Tangan á Trøðni og sunnanfyri við Urðarboða. Henda fláin fer víða og er eisini at síggja sunnanfyri á oynni. Her hava teir høgt kol.
Keldur: Jóannes Rasmussen: Öldir og Upphav, Emil Thomsen, Tórshavn 1981, og annað skrivligt tilfar.